Einki formligt trygdareftirlit varð gjørt á barrini Le Constellation í Crans-Montana í Sveis millum 2020 og 2025.
Tað segði borgarstjórin í Crans-Montana, Nicolas Feraud, sambært tíðindastovuni Reuters.
Eldur kom í barrina nýggjársaftan, har 40 fólk lótu lív.
Harumframt fingu 119 fólk skaða - tey flestu við álvarsligum brunaskaða.
Fyribils kanningin vísir, at innandura fýrverk – sett á sjampanjufløskur - kom ov nær loftinum.
Eldur festi soleiðis í loftið, og tá breiddi eldurin seg sera skjótt.
Sum avleiðing av eldinum hava myndugleikarnir bannað slíkum á øllum skeinkistøðum í Crans-Montana, sigur borgarstjórin Nicolas Feraud.
Videoupptøkur frá Le Constellation, sum eru filmaðar nýggjársaftan, vísa panikk millum gestirnar, tá eldur kom í loftið.
Vitni siga við fleiri miðlar, at trongsul, tá flestu gestirnir settu kósina móti somu trappu, sum førdi til høvuðsútgongdina.
/Ritzau/











