Fyrst í desember 2025 hevði Sumbiar kommuna eina hugnaliga fráfaringarløtu í Sumbiar skúla fyri Maritu Jacobsen, sum hevur verið vaskifólk hjá kommununi í næstan 28 ár.
Marita byrjaði í starvinum 15. mars 1998, og hevur síðan vaska skúlan og kommunukontórið. Hetta er ein drúgv og trúgva tænastu, sum kommunan setur stóran prís á.
Á fráfaringarløtuni vóru starvsfelagar og umboð fyri kommununa og skúlan savnað til at takka Maritu fyri alt tað góða arbeiðið gjøgnum árini. Hon fekk gávur og blómur sum takk fyri trúgva tænastu, og ein vakran málning, ið sýnir landslagið í økinum.
Sumbiar kommuna takkar Maritu hjartaliga fyri trúgva tænastu og ynskir henni blíðan byr víðari á lívsleiðini, skrivar sumba.fo.












