Barsilsskipanin má ikki verða ov góð

Vit mugu ansa eftir, at vit ikki gera barsilsskipanina so góða, at kvinnur, sum fáa, barn fara at vera ov leingi heima.

Tað heldur Hanus Samró, tingmaður fyri Fólkaflokkin, nú hann gav sítt íkast til orðaskiftið, tá ið ólavsøkurøðan hjá løgmanni var til viðgerðar.

 

Í hesum sambandi hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, boðað frá, at ætlanin er at leingja barnsburðarfarloyvi.

 

Men í hesum sambandi lyftir Hanus Samró fremstafingur.

 

Tað má ikki verða so, at kvinnur við góðari útbúgving, sum eiga børn ”verða heima alla tíðina”, sum  málbar seg.

Her hugsar hann serliga um kvinnur við góðari útbúgving.

 

Hann sigur, at samfelagið brúkar nógvan pening upp á at útbúgva kvinnur.

 

- Vit mugu hava tær á arbeiðsmarknaðinum. Longri, tær eru burtur frá arbeiðsmarknaðinum, verri er at byrja aftur.

 

- Samfelagið bíðar ikki eftir teimum og eru tær ov leingi burtur, noyðast tær at kalla at endurbúgva seg.

 

Hanus Samró sigur, at tað krevur eina ávísa fakligheit at vera á arbeiðsmarknaðinum.  Og eru kvinnurnar ov leingi burtur av arbeiðsmarknaðinum, missa tær fakligheitina og noyðast at renna aftan á teimum nýútbúnu.

 

Hann vísir á, at føroyskar kvinnur eiga næstan trý børn hvør og spurningurin er, hvussu leingi, tær skulu vera í barnsburðarfarloyvi, leggur hann afturat.

 

Hann tekur annars undir við, at vit hava eina barsilsskipan. 

Spurningurin er bara, hvussu leingi, barnsburðarfarloyvi skal vera, heldur hann.