Barth Eide: - Russland er við at gerast desperat

Tað heldur norski uttanríkisráðharrin, sum sigur, at Noreg fer ikki at taka síni fólk úr ukrainska høvuðsstaðnum eftir áheitan frá russiska uttanríkisráðnum

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj saman við norska uttanríkisráðharranum, Espen Barth Eide

Soleiðis, sum vit hoyrdu fyrr í dag, hóttir Russland við stórálopi á ukrainska høvuðsstaðin, sum russar so mangar aðrar ferðir hava framt. Men, hesaferð hevur russiska uttanríkisráðið heitt á útlendingar, sum eru í Kyiv, um at rýma úr býnum. 

 

Russland hevur nevniliga hótt við at leypa á støð í høvuðsstaðnum, har hildið verður, at ukrainar eitt nú framleiða sínar dronur, og ukrainar eru frammarlaga í framleiðslu av dronum, sum kunnu ferðast nógvar hundrað kilometrar og røkka málum langt inni í Russlandi.

 

Áheitanin hjá russum á útlendingar í ukrainska høvuðsstaðnum fevnir eisini um starvsfólk á sendistovum og fólk, sum arbeiða fyri altjóða felagsskapir í Kyiv.

 

Men, norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sigur, at Noreg fer ikki at gera eftir áheitanini úr Russlandi, og norðmenn í Ukraina fara at vera verandi í landinum.

 

Russar siga, at ukrainar framleiða dronur kring um í Kyiv, og tí eru russisku málini hareftir.

 

- Hvørki vit ella onnur fara at rýma orsakað av russisku áheitanini og hóttanini. Tað er ein orsøk til, at vit eru her - nevniliga fyri at hjálpa Ukraina í einari dramatiskari støðu, sigur norski uttanríkisráðharrin.

 

Sum skilst, eru ætlaðu russisku stórálopini á Kyiv hevnd fyri ukrainsk álop í Luhansk í eystara parti av Ukraina, sum Russland hevur hertikið. Russiska tíðindastovan Interfax hevur sagt, at her lótu 21 fólk lív í ukrainskum álopi.

 

Ukraina hevur víst aftur, at landið hevur lopið á sivil mál í Luhansk og sigur, at ukrainski herurin leypir bara á hernaðarliga undirstøðukervið, sum russar brúka til hernaðarlig endamál.

 

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, heldur, at Russland við hóttanum roynir at leggja dent á, at landið meinar tað í álvara.

 

Hann heldur, at hetta eisini er eitt russiskt svar upp á, at Ukraina megnar at standa ímóti russum - og faktiskt er í ferð við at vinna nakað av sínum landi aftur.

 

- So, eg trúgvi, at ávaringin hjá russum er eitt tekin um, at tað gongur illa í krígnum, og at Russland er við at gerast desperat, sum uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, tekur til.

 

Hetta skrivar norska kringvarpð - NRK - í kvøld.

 

Lesið eisini: Russland biður útlendingar fara úr Kyiv

 

https://www.in.fo/news-detail/russland-bidur-utlendingar-fara-ur-kyiv

 

 

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj saman við norska uttanríkisráðharranum, Espen Barth Eide