- Mær dámar at fara út við føroyskum bátum. Vit áttu bæði føroyskan bát og maskinbát, men tað er nakað serligt at fara út við føroyskum báti.
Tað sigur Samson Højgaard, sum skipar fyri túrum við føroyskum bátum. Samson Højgaard er vanur at sigla við føroyskum báti, hann var nógvar túrar í barnaárum, og sum vaksin saman við familjuni.
- Tað er hugnaligt at fara á flot við familjuni, og tá fyritøkan boat.fo varð stovnað, hugsaði eg um hetta mundi vera nakað, sum ferðafólk eisini fóru at dáma. Tað hevur víst seg at tað gera tey.
Samson Højgaard hevur tikið ferðaleiðaraskeið og er útbúgvin innan fiskivinnu. Hann hevur undirvíst á Tilfeingisbreytini, og ein partur av undirvísingini snúði seg um hvussu báturin hevur verið brúktur søguliga, til fiskiskap, at reka grind, flyta fólk, lækna og jarðarmóður og annað.
- Mítt ættarlið veit nakað um føroyska bátin. Tey sum vóru áðrenn vita enn meira, kunnleikin minkar so líðandi.
Ferðafólkini síggja fuglalív og landsløg, tey sita við tráðu og hoyra søgur sum knýta seg at bátinum, og tað sum tey síggja á túrinum. Tað eru serliga útlendskt ferðafólk sum royna túrarnar hjá Samson Højgaard.
- Tað skal vera ein uppliving, sum lýkur krøvini vit hava. Vit skulu vitja tey vøkru landsløgini, og um veðrið ikki loyvir tí, útseta ella flyta vit túrin. Ferðavinnan er í vøkstri, hon skapar nýggjar møguleikar og størv.
Boat.fo ger túrar í Árnafirði og Hvannsundi og eftir umbøn í Funningfirði. Hesar bygdir eru ikki tær sum fáa allarflest ferðafólk á vitjan, og tað hevur týdning, at ikki øll samlast á einum stað, tí tá gerst ferðavinnan óburðardygg.
Vanliga eru tveir túrar um dagin, ein fyrrapart og ein seinnapart. Dagin fyri verða draktir, stivlar, kaffi og fiskiútgerð løgd klár. Samson koyrir av Argjum til Árnafjarðar og Hvannasund at koyra bátin á sjógv, so klárt er at fara avstað.
Á teimum longru túrunum sum vera kallaðir Fishing & Sightseeing fáa ferðafólk høvi at fiska, síggja landslagið, uppliva fugla og djóralív, og tey fáa eisini ein breyðbita og kaffi. Hesir túrar eru fýra tímar.
##med2##
- Av tí at eg havi ein bakgrund við fisking, vóru tað fiskitúrar, eg byrjaði við. Í seinastuni havi eg hugsað, at kanska ikki øll hava áhuga í at fiska, tí bjóða vit í ár ein nýggjan túr, sum eitur Seabirds, Seals & Seacaves, har vit hugsavna okkum um fuglalív og náttúru.
Vit bjóða eisini ein familjutúr, og ein túr, sum kallast, Fish, Visit & Dine, aftaná fiskitúrin uppliva gestirnir heimablídni, og teirra fongur verður brúktur til ein vælsmakkandi døgurða.
Tá tú situr í báti saman við fimm ferðafólki í fleiri tímar, kemur tú tætt uppá tey. Samson hevur framvegis samband við onkur av ferðafólkinum. Tey læra eina rúgvu á túrunum, og teimum dáma væl at hoyra um tað sum tey síggja, um gamlar siðir, men eisini um Føroyar sum tær eru í dag. Samson Højgaard lærir eisini nógv, tá hann er saman við ferðafólkunum, tí tá sær hann Føroyar við nýggjum eygum, bæði náttúru og samfelag.
- Tú lærir at virðismeta tað sum tú sært, tað kann vera ein fossur, sum føroyingar bara taka fyri givið, men tá ferðafólkini uppliva tað, upplivir tú føroysku náttúruna sum sært tú hana fyri fyrstu ferð. Tú lærur hvussu heppin vit eru at hava hetta landið, sum bæði er vakurt og trygt. Vit hava góðar skipanir til útbúgvingar, sjúkrahúsverk og á arbeiðsmarknaðinum. Nógv ferðafólk kenna einki til hetta. Tey eru áhugað, og spyrja hvussu nógv vit gjalda í skatti, eg plagi at siga at eg eri ikki keddur um at gjalda skatt, tí vit nýtast ikki at gjalda fyri skúla, heilsurøkt, pensjón, og annað. Fólkini eru fyrimyndarlig, positiv, løtt at hava við at gera.
Tættari náttúruni
Bátarnir eru fimmannafør við viðfestismotori. Tað kunnu vera fimm gestir við umborð. Vanliga vera túrar gjørdir við einum báti. Fyritøkan eigur tó tríggjar bátar, tí kunnu bólkatúrar við 15 gestum gerast eftir umbøn. Hóast bátarnir eru siðbundnir, er trygdin í hásæti, bátarnir hava alla kravda trygdarútgerð, og farið verður ikki avstað um veðrið er ivasamt.
Føroyski báturin hevur nakar heilt serligar eginleikar, tí tá tú ert í føroyskum báti, kanst tú hugsavna teg um at vera í náttúruni.
- tú kanst nerta við sjógvin, eg plagi at samanlíkna tað við tey sum rógva kano og kajakk, hví fara tey ikki vatnskutara? Tað er tí, at tú fært eina heilt aðra kenslu, og soleiðis er eisini í einum føroyskum báti, tað snýr seg ikki um at sigla skjótt.
Samson Højgaard hevði ikki tíma at gjørt túrar við øðrum bátum.
- Tað hevði ikki verið líka spennandi. Maskinbátarnir eru góðir til aðrar uppgávur, sjálvur eru eg við eini verkætlan, www.boatcharter.fo, sum leiðar bátar út til sigling og gisting, men til túrar haldi eg at tað er stuttligt brúka tann føroyska bátin. Tað eru framvegis fleiri føroyingar sum síggja virði í bátinum, og tú sært framvegis fólk fara á flot í føroyskum báti.
Flestu bátatúrar verða gjørdir frá mai til september. Umframt at gera bátatúrar fyri boat.fo arbeiðir Samson Højgaard eisini sum ferðaleiðari.
Til ber at bóka túrar á heimasíðuni Boat.fo. Á Instagramvanganum eru fleiri myndir.













