Ein gisti í brummuni í nátt

Og ein fekk bót fyri at vera ólátaður í býnum

Ein persónur hevur gist í brummuni hjá løgregluni í nátt. Tað gjørdi hann, tí hann um fýra tíðina noktaði at siga løgregluni hvør hann var, tá løgreglan hevði brúk fyri at tosa við hann. Og tað er brot á rættargangslógina ikki at svara løgregluni, tá hon spyr, hvør tú ert. Maðurin varð tí tikin við á støðini, men har vildi hann heldur ikki siga, hvør hann var. Tí var hann settur í brummuna, har hann hevur sovið í nátt – og síðani komin upp á betri tankar. Hann fær bót fyri tað.

Tað var kalt í nátt, og løgreglan hevur koyrt tríggjar »berúsarar«, sum løgreglan kallar tað, tá fólk eru so drukkin, at tey ikki klára seg, til hús. Onkran sá løgreglan sita og sova úti. Og tá tað var so kalt, sum í nátt, so er tað sera vandamikið.

Um hálvgum fýratíðina gekk ein maður og rópti og og larmaði í Sverrisgøtu – har hann eisini breyt eina fløsku. Hann fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar fyrit tað, sigur vaktleiðarin á politistøðini.