Ein maður í tríatiárunum varð í gjár tikin fyri at koyra nógv for skjótt í Norðoyatunlinum. Løgrelgan máldi hann til at koyra 146 km um tíman. Og hóast trekt verður av fyri óvissu – tá kom tað niður á 141 km um tíman – so er tað nógv for skjótt í mun til tað ferðmarkið, sum er 80 km um tíman. So har verður tað hvørki klipp í koyrikortið ella treytað frádøming – men beinleiðis treytaðleysa frádøming av koyrikortinum. Og tað er avleiðingin, um tú koyrir meira enn 50 km um tíman meira enn tað, sum loyvt er. Hesin bilførarin koyrin 66 km um tíman yvir tað loyvda.
Revsins er frádøming av koyrikortinum í hálvt ár umframt bót.
Ein annar bilførar setti eisini koyrikoyrtið í vanda, tó at tað í tí førinum er talan um treytaða frádøming av koyrikortinum. Tá bjargar tú koyrikortinum, um tú megnar eina nýggja koyriroynd.
Hetta var á Oyrarbakka við brúnna um streymin – ella rættari á vandamikla vegamátinum, har vegurin frá Norðskála kemur út í landsvegin. Har er ferðin niðursett til 60 km um tíman. Og tá ferðmarkið er niðursett, so útloysir tað longu treytaða frádøming av koyrikortinum, tá tú koyrir 20 km um tíman ov nógv. Hesin bilførarin varð máldur til at koyra 89 km um tíman, sum er 29 km um tíman meira enn loyvt er.










