- Vit hava 147 fólk, sum fóru úr Vágum í morgun, og vit hava 328 fólk aftrat, sum skulu koma heim at halda jól. Nú útlitini eru batnandi, vænti eg, at øll koma heim í dag. Á middegi í dag segði Jákup Sverri Kass, sølu-og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi, at útlitini at fáa seinastu jólagestirnar heim til Føroya í dag eru hampilig.
- Tvey flogfør eru farin úr Vágum í morgun, eitt til Kastrup og eitt til Billund. Hinvegin hevur sæð eitt sindur meiri ivasamt út við flogferðsluni úr Danmark.
Sølu-og marknaðarleiðarin segði, at fyrsta flogfarið, RC451, sum skuldi fara úr Danmark klokkan 10 í morgun, væntaðist at lenda í Føroyum klokkan 12.55.
- Eitt flogfar skuldi koma í Vágar klokkan 14 í dag, men hetta verður seinkað ein til hálvan annan tíma.
Jákup Sverri Kass vísti á middegi á, at nógv fólk eru ikki komin til flogvøllin í Kastrup, tí líkindini hava verið so vánalig, men felagið hevur gjørt av at bíða eftir teimum, um tíðin ikki gerst alt ov long.
Á middegi segði sølu-og marknaðarleiðarin, at tá var ógjørligt at meta um, hvussu verður við seinasta flogfarinum í dag.
- Men líkindini síggja út til at gerast betri í Danmark. Tokini koyra aftur, og líkt er til, at danir eru við at fáa tamarhald á støðuni.
Jákup Sverri Kass segði seg vænta, at øll ferðafólkini, sum ætlandi skulu koma í dag, sleppa heim.
- Vit hava 147 fólk, sum fóru úr Vágum, og vit hava 328 fólk, sum skulu koma heim í dag, legði hann aftrat.
Portalurin fer at venda aftur til flogútlitini seinni í dag, men beint nú sigur Jákup Sverri Kass, at tað, hann segði um middagin, framvegis er tað, sum er galdandi.