Bayern Munchen og Real Madrid vunnu í kvøld sínar fyrru 1/8 finalur í Champions League. Bayern Munchen vann greitt 5-1 á Arsenal, meðan Real Madrid við eitt vet av meiri mótstøðu vann 3-1 á Napoli.
Arsenal fekk oyrini í týsku maskinuna á Allianz Arena í kvøld. Var tað ikki fyri eitt brotsspark og eitt lítið sprell, so kundi talan verið um enn greiðari sigur til favorittarnar úr Bayern Munchen.
Bayern Munchen setti seg á dystin frá byrjan, og kom eisini á odda við framúr máli frá Arjen Robben. Arsenal javnaði fyri hálvleik, eftir brotsspark, sum Alexis Sanchez brendi, men fylgdi upp og skoraði. Í seinna hálvleiki setti Bayern Munchen alt upp á pláss og vann greitt 5-1.
Real Madrid fekk ein kvøkk, tá Napoli legði seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, men svaraði aftur við máli frá Karim Benzema. Í seinna hálvleiki skoraði fyrst Toni Kroos, og síðani Casemiro til endaliga úrslitið 3-1.
Napoli var í stundum nær við, men megnaði ikki at fáa eitt mál afturat. Hinvegin, so hevði Real Madrid fleiri møguleikar at hála allan spenning úr uppgerðini.
Champions League 1/8:
Bayern Munchen – Arsenal 5-1
1-0 Arjen Robben, 11
1-1 Alexis Sanchez, 30
2-1 Robert Lewandowski, 53
3-1 Thiago Alcantara, 56
4-1 Thiago Alcantara, 63
5-1 Thomas Mueller, 88
Real Madrid – Napoli 3-1
0-1 Lorenzo Insigne, 8
1-1 Karim Benzema, 18
2-1 Toni Kroos, 49
3-1 Casemiro, 54