Í sambandi við, at Atlantic Airways byrjar beinleiðis flúgving til Bergen í summar, luttaka føroyskir útbjóðarar á messu í Noregi í vikuskiftinum. Tey, sum standa saman í føroyska átakinum á messuni Reiseklar í Bergen, eru Atlantic Airways, Greengate Incoming og Hotel Føroyar.
Úr Bergen frættir Portalurin í kvøld, at áhugin fyri hesi beinleiðis rutu millum londini tykist vera stórur.
- Flúgvitíðin beinleiðis úr Bergen til Føroya verður ein góður tími, og á messuni hava vit heft okkum við, at stórur áhugi tykist vera hjá norðmonnum fyri hesi rutu.
Atlantic Airways fer at flúgva millum Føroyar og Bergen tvær ferðir um vikuna í tíðarskeiðnum 23. juni til 1. september.
- Vit vóna, at nógvir norskir gestir koma heim til Føroya at vitja í hesum tíðarskeiði, siga føroysku feløgini, sum eru á messuni í Bergen.