Hon er dóttur til Mallu Samuelsen og Carl Samuelsen (Carl í Hornið). Hon vaks upp í Tórshavn og eftir realskúlan fór hon í bankalæru í Føroya Banka. Eftir hesa útbúgving flutti hon til Danmarkar, har hon lærdi til sjúkrarøktarfrøðing, og aftaná tað læs hon víðari til narkosusjúkrarøktafrøðing.
Tíðin sum lesandi var heilt serlig, og hóast skjótt 50 ár eru liðin síðani tær lósu á Fredriksberg, so hittast tær enn einaferð um árið og minnast gamlar dagar. Seinast á sumri 06 har allar gjørdust bergtiknar av Føroyum.
Í 1963 giftist hon pápa okkara Signar Dam, og fingu tey Pætur í ’64, Ragnar í ’69 og Mallu í ’71.
Í 1971 fluttu tey til Tvøroyrar at búgva, og kom mamma at starvast á skurðdeildini á Suðuroyar sjúkrahúsi. Har treivst hon so væl, at hon starvaðist har, líka til hon fór frá vegna aldur. Verður tó heitt á hana, traðkar hon framvegis fegin til.
Tey síðstu árini áðrenn hon gavst, var hon sera virkin í NOSAM- ein felagskapur fyri narkosusjúkrarøktafrøðingar í øllum norðurlondunum.
Hon var við til at stovna Tvøroyra fimleikafelag, og í nógv ár brúkti hon sína orku har. Í dag syngur hon við kirkjukórinum Ljómi, sum gevur henni nógvar góðar løtur, tí tey hava eitt so gott samanhald og uppliva nógv saman.
Ofta verður tikið til, at tann besta myndin er fyrimyndin. Tað kunnu vit av sonnum siga um mammu okkara. Hon hevur eitt avbera lætt lyndi og hevur altíð sæð tað positiva í lívinum. Hon er sera stuttlig at vera saman við, tí hon er so láturmild og serliga væl dugir hon at flenna at sær sjálvum. Kanska nakað hon hevur verið noydd at lært seg, tí er tað nakað hon <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ikki dugir serliga væl, so er at endurgeva skemtisøgur- tað fáa vit ofta nógv stuttligt burturúr.
At hon er ein kerlig og herlig vermóður, kunnu Lilian, Bergtóra og Søren skriva undir uppá, tí tey hava øll eitt sera tætt samband sína millum. Ommubørnini hava eitt heilt serligt pláss í hjarta hennara - hon livir seg inn í tilveruna hjá hvørjum einasta eina av teimum sjey: Signar, Jákup, Heina, Karin, Beintu, Emil og Conni. Og sum øll njóta stóra gleði av ommu síni.
Góða mamma, hjartaliga tillukku við 70 ára degnum og nógv góð og gleðilig ár ynskja vit tær og pabba.
Kærar heilsur Pætur, Ragnar og Malla