Myndin, sum er av frystilínuskipinum Klakki, er tilvildarlig

Línuskipini hava brúkiligan fiskiskap

- Streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður ivasamt. Tí vænta vit ikki nógvan útróður teir næstu dagarnar, men útróðrarátar hava havt góðan fiskiskap

Myndin, sum er av frystilínuskipinum Klakki, er tilvildarlig

Í løtuni eru átta frystilínuskip til fiskiskap undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.

 

- Ísfiskalínuskipið er eisini farið út, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Soleiðis eru tíggju frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap, nú vit nærkast jólum.

 

- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og skipini hava brúkiligan fiskiskap, bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður ivasamt.

 

- Tí vænta vit ikki nógvan útróður teir næstu dagarnar. Annars hava útróðrarbátar góðan fiskiskap, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin, sum er av frystilínuskipinum Klakki, er tilvildarlig