Samstundis sum ruðuleikin av ógvusliga vátaveðrinum heldur fram í Týsklandi og deyðatølini vaksa, so er støðan í Belgia vorðin álvarsom. Borgarar í Belgia eru noyddir at flýggja – og rýma fleiri teirra upp á tekjurnar fyri at verja seg ímóti nógva vatninum. Higartil hevur í minsta lagi ein maður latið lív. Sambært borgmeistaranum í býnum Aywaille, druknaði maðurin í sínum egna kjallara.
Aðrir býir, ið eru hart raktir, eru Pepinster og Spa.