Belgiskt kvøld á ROKS

Tann 15. august bjóðar ROKS til eitt heilt serligt kvøld, har Belgia og Føroyar møtast.

Tíðindaskriv:

 

Tríggir ungir belgiskir gastronomar – tveir kokkar og ein sommelier, sum vanliga teljast millum fremstu nøvnini í belgiskari gastronomi – taka yvir matstovuna ROKS í eitt kvøld.

 

Belgiski kokkurin François Masson, stovnari av Detail – eitt nýskapandi matstovuverkstað – kemur saman við okkara belgisku starvsfólkum, Mathéo Coosemans og Loïc Gallot, at standa fyri einum forkunnugum six-hands døgurða, har belgisk matmentan verður fagnað við sermerktum føroyskum rávørum.

 

Teir hava samansett eina serliga matskrá, har djarvar smakksamansetingar, árstíðarbundnar rávørur og skapandi handverk ganga hond í hond.

 

Til at fullfíggja upplivingina hevur Loïc Gallot, sommelier á ROKS, sergjørt eina belgiska drykkjuskrá við víni, øli, brúsandi víni – og onkrum yvirraskilsi eisini.

 

www.roks.fo