Í september hevði ein av heimsins størstu sangarunum gjøgnum tíðirnar, Freddie Mercury, fylt 80 ár. 12. september fara vit at hátíðarhalda hansara tónleikaarv við Tjarnir. Tá nokk besti Queen coverbólkur, Queen Machine kemur við sínum stóra showi.
Queen Machine hevur seinastu 10 árini spælt omanfyri 700 konsertir kring Evropa og USA. Í heimlandinum Danmark, hava nakrir av størstu festivalunum og spælistøðum lagt pall til hetta stórsligna showið.
Árið í ár byrjaði við at bólkurin varð boðin at heiðra donsku evropameistarunum í hondbólti, tá teir komu heim við steypinum.
Eftir hetta hava festivalar og konsertpallar kring alt Danmark havt vitjan av Queen Machine. Herfyri var tað eitt fult Tivoli í Keypmannahavn, ið sang við til allar klasikarararnar hjá Queen.
Áðrenn alt fylgið við lastbilum verður koyrt umborð á bátin til Føroyar, spælir Queen Machine í Tivoli Friheden í Århus, og eftir framførsluna við Tjarnir, eru bæði Royal Arena í Keypmannahavn og í Boksen í Herning á skránni.
Hvør einasta konsert er eitt stórsligið og kompromisleyst show við nógvari orku og spæligleði.
Flýggja til tónleikin í 30 ár
Tað verður ein av allarstørstu føroysku rokkbólkunum, Moirae, ið hitar pallin upp til Queen Machine. Hetta er fyrstu ferð í 7 ár, at Moirae spælir konsert alment. Konsertin er somuleiðis eitt hátíðarhald av, at 30 ár eru liðin, síðan fyrsta útgávan hjá Moirae kom út.
Í nítiárunum var Moirae sera virkin. Teir vunnu allar fyrstu Prix Føroyar kappingina og spældu bæði heima og úti, inntil teir á ólavsøku 1998 góvust.
Á Summarfestivalinum 2019 hevði bólkurin eina come back konsert, men hevur ikki verið á palli síðan.
Bólkurin gav tvær fløgur út, sjálvnevndu útgávuna Moirae í 1996 og Sangir úr náttini í 1998. Hesar fløgur standa sum varðar í føroyskum rokki, og sementera Moirae sum ivaleyst størsta navnið í føroyskum rokki í nítiárunum. Løg sum "Eg flýggi til tónleikin", "Tú", "Hvussu kann eg vita", "Myndugleikin", "Brillumenn" eru langt síðan vorðin fólkaogn.
Ger teg til reiðar at flýggja til tónleikin enn einaferð saman við Moirae og Queen Machine á Føroya størsta innandurða palli.










