Íslendska løgreglan er framvegis fáorðað um drápsmálið á Kársnesi í Kópavogi, men íslendskir miðlar hava fingið fleiri upplýsingar um hendingina.
Um trý-tíðina seinnapartin sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um harðskap í einum húsum í Vallargerði í Kópavogi. Ein maður varð álvarsliga skaddur og fluttur á Landspítalan, har hann seinni doyði.
Stutt eftir hendingina varð ein persónur handtikin.
Grannar hava greitt frá, at teir sóu tveir menn renna frá húsinum. Samstundis varð ein illgrunasamur reyður bilur sæddur steðga mitt á gøtuni uttan fyri húsini. Onkur hevur greitt frá, at menninir runnu móti bilinum.
Grannar hava eisini hoyrt róp og skríggj úr húsinum.
Umleið tveir tímar eftir hendingina gjørdi løgreglan eitt størri átak í einum húsum við handilsmiðstøðina við Gnoðavog í Reykjavík.
Í minsta lagi tveir persónar vórðu handtiknir har. Minst seks løgreglubilar vóru á staðnum, og serdeildin hjá løgregluni var eisini við. Løgreglufólk leitaðu í ruski og runnum í økinum, men ikki er upplýst, hvat leitað varð eftir.
Eisini varð eitt annað serdeildarátak framt nær Kauptúni millum Garðabæ og Kópavog. Myndugleikarnir hava tó ikki upplýst, um hetta hevði samband við drápsmálið.
Fleiri fólk sita nú í varðhaldi, men løgreglan hevur ikki upplýst, hvussu nógv tey eru.
Heldur ikki er enn greitt, um løgreglan fer at krevja, at ein ella fleiri av teimum handtiknu verða varðhaldsfongslað.
Kelda: Vísir











