Benitez gevst í Newcastle

Fyrrverandi Liverpool venjarin er sera væl dámdur í Newcastle, men heldur ikki fram

Rafa Benitez fer ikki at leingja sáttmálan hann hevur við enska stórfelagið. Hetta skrivar Newcastle í tíðindaskrivi í gjár.

"Tað er við sorg, at vit siga farvæl við Rafael Benitez, og hansara venjarahóp. Vit eru sera takksom fyri alt, ið Benitez megnaði at gera tey seinastu trý árini. Vit eru glað fyri tolsemi hjá áskoðarunum, ið øllum ruðuleikanum, nú byrja vit at leita eftir einum avloysara.

Tíðin hjá Benitez í Newcastle var øgiliga góð, ímun til hvønn hóp hann hevði og hvat var væntað av honum. Hann fekk Newcastle upp aftur í bestu ensku deildina eftir eitt ár í næstbestu deildini. Hann hevði ein kláran máta at spæla fótbólt uppá og megnaði at skapa eitt gott samanhald. Hetta elvdi til at Newcastle fór fram fyri hvørt kappingarár, undir spanska venjarinum.

Benitez hevur verið venjari hjá nógvum liðum, og hann hevur gjørt tað gott allastaðni hann hevur verið. Fólk minnast hann sikkurt best fyri sína tíð í Liverpool FC. Hæddarpunktið í yrkisleið hansara sum venjari, er helst at vinna Champions League við Liverpool í 2005. Umframt hetta hevur hann eisini verið venjari hjá Chelsea FC og Napoli.

59 ára gamli spaniólin hevur havt eina langa yrkisleið, og hon kann síggjast HER 

Enn er óvist hvat Benitez nú fer at gera, men aftaná 30 juli er hann ikki Newcastle venjari longur.