Benzema á beinkinum

Hóast tað ikki verður almannakunngjørt fyrr enn í morgin, so tykjast franskir miðlar at vera samdir um, hvussu franska liðið fer at síggja út móti Føroyum í annaðkvøld.

Kanska kundi tú sagt, at føroyingar eru hepnir, at Ribery er skaddur, meðan menn sum Benzema og Clichy verða á beinkinum. Men tað merkir á ongan hátt, at talan ikki er um lið í heimsflokki.

Feløg sum Barcelona, Real Madrid, Manchester United, Chelsea og Arsenal standa á visitkortunum hjá teimum 11, sum byrja dystin í eini 4-4-2 uppstilling. Men við kantum sum Govou og Henry er talan helst meira um eina 4-2-4.

Franska liðið verður helst hetta: Mandanda ? Sagna, Gallas, Abidal, Evra ? Govou, Toulalan, Diarra, Henry ? Gignac, Anelka.