Tað sigur hon í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Sámal Peturi í Grund, løgtingsmanni fyri Sjálvstýri.
Løgtingsmaðurin spurdi soleiðis:
1. Hvørjar barnaverndartænastur hava í dag beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið?
2. Hevur landsstýrið kannað møguleikan fyri at geva øllum barnaverndartænastum beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið?
3. Fer landsstýrið at taka stig til at geva øllum barnaverndartænastum beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið, og um ikki, hví ikki?
Landsstýriskvinnan svarar øllum spurningunum undir einum soleiðis:
Fyrst er at siga, at sambært § 29, stk. 1, í løgtingslóg um fólkayvirlit hava barnaverndartænasturnar sum aðrir almennir myndugleikar atgongd at upplýsingum úr landsfólkayvirlitinum, tó soleiðis, at sambært § 30, stk. 1, skulu stakir fyrispurningar frá almennum myndugleikum stílast kommunustýrinum. Av tí at barnaverndartænastur stundum hava fýlst á, at tað er óheppið, at starvsfólk hjá kommunum svara fyrispurningum um upplýsingar í barnaverndarmálum, hevur landsfólkyvirlitið eftir ynski eisini boðið sær til at svarað slíkum støkum fyrispurningum frá barnaverndartænastum.
Tá ið ræður um beinleiðis atgongd at landsfólkayvirlitinum, hevur landsfólkayvirlitið í fleiri umførum kunnað barnaverndartænasturnar um møguleikan at fáa beinleiðis atgongd at upplýsingum í landsfólkayvirlitinum gjøgnum Heldina, sum er tað tøkniliga undirstøðukervið og tann fyriskipanarligi karmurin, sum brúktur verður, tá ið dátur verða fluttar millum myndugleikar.
Slík atgongd verður at fara fram í samsvari við rundskriv nr. 9001 frá 21. oktobur 2016 um Heldina og hevur harumframt sum fyritreyt, at barnaverndartænastan hevur eina fakskipan, sum gjøgnum Heldina kann taka ímóti og viðgera upplýsingar úr landsfólkayvirlitinum.
Tað er bara í Tórshavnar kommunu, sum mótsett øðrum kommunum umsitur
barnaverndartænastuna sjálvstøðugt, sbr. § 2, stk. 1, nr. 4, í løgtingslóg nr. 12 frá 22. februar 2007 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur, at barnaverndartænastan hevur slíka beinleiðis atgongd at landsfólkayvirlitinum gjøgnum Heldina í dag.
Við tað at barnaverndartænasturnar sjálvar hava møguleika at útvega sær beinleiðis atgongd at landsfólkayvirlitinum gjøgnum Heldina, arbeiðir landsstýrið ikki við at útvega teimum slíka atgongd.










