Norska sendikvinnan á vitjan hjá Tórshavnar kommunu

Fyrrapartin hósdagin vitjaði norska sendikvinnan í Danmark, Tone Allers, Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna skrivar, at Elsa Berg, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, tóku ímóti sendikvinnuni. Tey fingu eitt gott prát, og skiftu m.a. orð um orkuumlegging, náttúruskráseting í Tórshavnar kommunu umframt bústaðarviðurskifti og mentan.

 

Tone Allers hevur verið norsk sendikvinna í Danmark síðan í fjør, og áðrenn tað, hevur hon verið sendikvinna í Jordan.

 

Norska sendikvinnan hevur verið í Føroyum í nakrar dagar og hevur millum annað eisini vitjað Løgtingið.