Fótbóltur
Ensku meistararnir komu sær ikki í óvæntaðar trupulleikar, tá Manchester United í gjárkvøldið vitjaði AaB á Aalborg stadion.
Hóast AaB í løtum var væl við í dystinum, so var meira ella minni klassamunur á liðunum, og tað var uppiborið, at Rooney legði gestirnar á odda. Tað skuldi tó eitt stórt verjumistak til, áðrenn Dimitar Berbatov kundi punktera dystin við málinum til 2-0, og tá hann seinni økti til 3-0 var hetta kanska at rokna sum fyrsta avdragið upp á tær 300 milliónirnar, sum Manchester United hevur goldið fyri hansara tænastu.
Aðrastaðni var tað óvæntað, at Juventus mátti taka til takkar við 2-2 javnleiki í Hvítarusslandi móti Borisov, meðan Arsenal veruliga ressaðist eftir eyðmýkjandi 2-1 tapi móti Hull um vikuskiftið. Hesa ferð við greiðum 4-0 sigri móti Porto.
Úrslitini týskvøldið
AaB-Man Utd 0-3
Villarreal-Celtic 1-0
Fiorentina-Steaua 0-0
Bayern M-Lyon 1-1
Arsenal-Porto 4-0
Fenerbache-Dynamo Kiev 0-0
Zenith-Real Madrid 1-2
Borisov-Juventus 2-2
Dystir mikukvøldið
Cluj-Chelsea
Bordeaux-Roma
Famagusta-Panathinaikos
Inter-Werder Bremen
Shakhtar-Barcelona
Liverpool-PSV
Atletico M.-Marseille
Sporting L.-Basel