Talv
Eins og HT-Open, varð VT-Open telvað frá hósdegi til sunnudag. Fimm umfør vórðu telvað, har umhugsingartíðin var 90 minuttir til hvønn, og hvør telvarin fekk 30 sekund løgd aftur at hvørjum leiki.
Olaf endurtók HT-Open
Olaf Berg vann seinastu Grand Prix kapping við at vinna fýra tey fyrstu talvini og við einum javnleiki í seinasta umfari, tryggjaði hann sær fyrsta plássið. Hetta gjørdi hann eisini í vikuskiftinum, og harvið endaði hann eitt hálvt stig framman fyri Finnbjørn Vang, Carl. E. N. Samuelsen og Torkil Nielsen, sum allir fingu fýra stig.
Nýggjur oddafiskur
Av tí at oddafiskurin í samlaðu kappingin var í Klaksvík og tók sær av løttum, fekk Olaf møguleikan at toga seg upp á ovastu rók. Hendan møguleikan nýtti hann til fulnar, har hann fekk sjey Grand Prix stig í sjáttuna. Hetta hevur givið Olafi eina so sterka støðu í oddinum, at eitt triðja pláss í finaluni er nóg mikið hjá honum at vinna samlaðu kappingina.
Spenningur og tó
Enn er eitt sindur av spenningi í kappingini, tí kvikkappingar eru ofta væl mannaðar. Olaf kann, sum áður nevnt, tryggja sær sigurin við einum triðja plássi, men snávar hann, er møguleiki hjá Ólavi og Torkili at taka hann aftur. Størri spenningur er óivað um annað og triðja plássið, har Finnbjørn Vang eisini kann gera seg galdandi.
Bert finalan eftir
Bert ein kapping er eftir í Grand Prix kappingini, sum er finalan, og verður hon telvað um góðar tveir mánaðir. Finalan verður skipað sum ein kvikkapping og verður telvað 3. mai í Tórshavn. Telvað verða sjey talv, har hvør telvarin fær 15 minuttir.
FM fyri einstaklingar
Komandi vikuskifti byrjar kappingin um føroyameistaraheitið fyri einstaklingar. Freistin at tekna seg er 11. mars, so enn er ikki heilt víst, hvør fer at luttaka. John Rødgaard vann landsliðsbólkin í fjør við einum hørðum umdysti móti Martini Poulsen. Um John fer at verja FM heitið í ár, er ikki vist enn, men sigast kann, at hetta verður ikki nøkur løtt uppgáva, tí Helgi D. Ziska, Martin Poulsen, Carl E. N. Samuelsen og Olaf Berg hava longu boðað frá luttøku. Helgi er favorittur, men hevur enn ongantíð vunnið FM heitið, so spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer fram komandi vikuna.