Tann 25. november var fólkafundur ímóti harðskapi ímóti kvinnum fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum, og nógv brigdi av hesum ódámliga og forkastiliga atburði vóru borin fram í ljós og sett á svartalista sum eitt neyðugt stig á strævnu leiðini at koma teimum til lívs.
Hetta takið aftrat teimum mongu, ið longu eru tikin, fáa okkum vituligt ikki á mál, men vónandi verða so komandi 25. november-dagar brúktir til at taka saman um so komast kann longur fram á leiðini ímóti einum samfelag, har javnstøða, burðardygg menning og friður valda, hesi slagorðini sum heldur ikki í hesum samanhangi koma sum kettur úr høvdatrog, hóast onkur kanska vil halda tað.
Hetta hava verið slagorðini á kvinnuráðstevnum ST´s, og eg eri sannførd um, at tey har yviri hava grein í sínum máli. Tað er veruliga samband millum javnstøðustøðið, burðardyggu menningina og heimsfriðin eins og tað eisini eru beinleiðis linjur millum alt slag av harðskapi ímóti kvinnum og tey nevndu trý hugtøkini, millum miðvísa tøku av gentufostrum, umskerðing av smágentum, konubuking, neyðtøkur og sadistiska porno, millum lága ella onga løn fyri strævið arbeiðið og prostitutión, millum eyðræning av náttúrutilfeingi, rán og sølu av kvinnum, dálking av umhvørvi, hjálandaveldi og væl fyrireikað kríggj, produserað til egnan materi-ellan vinning, eisini tað kríggið ið hesaferð alt sum tað er eftir ætlan skal sprænast beint inn í spenningsnervarnar á øllum heimsins hampafólki inni í teirra egnu stovum.
Hjá okkum sum so manga aðrastaðni verður sagt, at vit hava javnstøðu bara kvinnur sjálvar vilja, og at javnstøðulógin í grundini er óneyðug. Men hví hava vit so henda vaksandi harðskapin ímóti kvinnum og børnum? Hví veksur kappingin og harðskapurin á øllum økjum, eisini tí sum oyðileggur okkara felags móður jørð og í veruleikanum eisini okkara eftirkomanum teirra lívsgrundarlag? Hví hava vit so lítla umsorgan fyri lívinum uttan um okkum, og hví hirða vit so lítið um tað sum lívgar bæði sál og likam? Er tað veruliga kvinnurørslan og javnstøðuarbeiðið ið hevur ábyrgdina av hesum óskili? Og skal nú alt kvennkyn bukast og neyðtakast upp á pláss aftur fyri stríðið? Skulu vit ikki tora út um eina gátt longur? Ella er tað tíð uppá at krita skógvarnar eina ferð enn og halda fast við, at tað eru vit sjálvar sum hava ognar- og avgerðarrættin til okkara kropp og lív, og at vit hava fullan rætt til at ferðast í friði, eisini um næturnar?
Eg haldi framvegis, at patriarkalska mentanin er syndarin ella høvuðssyndarin, um tað fellur í betri jørð. Ikki mannfólk sum so, ikki dreingir og menn, hóast teir eru føddir sum kyn nummar eitt, men tann gamla patriarkalska og nú moderniseraða mansmentanin vit enn liva í, hetta samfelagið sum bara er ballað so mikið inn í pengar og stás, at samanhangurin kámast og lumpar sjálvt kvinnur at halda væl standa til.
Tað skal tó framvegis vera mín vón, at øll hesu smáu fetini fara at enda við einum rungandi nei til allan harðskap ímóti kvinnum og børnum, okkum øllum til eyðnu og sóma.
Kvinnuhúsið og Kvinnufelagið takkar tykkum, sum hava tikið eina hond í fyri at fáa henda fundin í lag við so stuttum skotbrá. Eisini tykkum ið komu á fundin at taka lut og stuðla uppundir takka vit hjartaliga, og ikki minst takka vit Ingun Simonsen fyri sangin, sum saman við kyndlunum setti sín serliga dám á tiltakið.
Takk fyri øll!