Bergur farin úr starvi

Nú hann er farin um tey sjeyti, er Bergur Johansen farin úr starvinum sum húsavørður í Sjóvar kommunu.

Bergur Johansen varð settur í starv sum skúlatænari í Sjóvar kommunu hin 1. oktober í 1992. 

 

Starvsheitið er síðani broytt til húsavørður fyri skúlan, ráðhúsið og heilsumiðstøðina. 

 

Umframt at hava alt viðlíkahald við hesum bygningum, bæði innan og uttan, hevur Bergur Johansen havt ábyrgd av fløggunum og hevur eisini arbeitt saman við arbeiðstoyminum hjá kommununi.

 

Nú hann er farin um tey sjeyti, er Bergur Johansen farin úr starvinum sum húsavørður, men heldur fram sum tímaløntur eina tíð aftrat. 

 

Á lítlari samkomu í Sjóvar kommunu takkaði borgarstjórin, Artur Johansen, Bergi fyri drúgva tænastu og handaði honum eina gávu frá kommununi.