Bert gulið kann skifta

Hjá monnunm er longu við vissu greitt, hvussu liðini frá trý til sjey liggja, men enn er oddasessurin ikki avgreiddur

Hondbóltur ? menn

Bæði oddaliðini í manshondbólti, VÍF og Neistin, eru á útivølli á seinasta leikdegi, og hjá báðum er ein sigur sjálvandi av avgerandi týdningi.

Fyrst og fremst er hetta galdandi hjá VÍF, sum við einum sigri á arvafíggindanum úr Kyndli kann avgera gullið til egnan fyrimun. Alt bendir eisini á, at hetta skal eydnast VÍF. Kyndil hevur ikki somu styrki, sum teir høvdu fyri fáum árum síðani, og í hinum landskappingardystunum í ár hevur eingin ivi verið.
Vestmenningar hava tó fleiri ferðir í ár havt tað sera trupult móti liðum, sum á pappírinum átti at verið veikari, og eitt skifti nú móti kappingarenda tóktust teir gulu at hava fingið gummiarmar, og um so er, so kann talan gerast um ein heilt spennandi endaspurt. Hinvegin vístu vestmenningar móti hoyvíkingum fyri viku síðani, at teir kanska eru um at finna rætta stevið aftur, og verðru lagið tað sama mánakvøldið, so er einki at ivast í, at gullið aftur í ár endar í Vestmannna.

Tað er tó lítið at ivast í, at skuldi tað hent, at vestmenningar snáva í Havn, so eru teir bláu úr Neistanum til reiðar at lofta bóltinum, tá teir spæla inni á Skála. Ikki tí. Hetta er kanska ein av torførastu útidystunum yvir høvur, og í grundspælinum misti Neistin eitt sera, sera týðandi stig í júst hesum dystinum.
Hinvegin hava strandingar ikki tað stóra at spæla fyri nú. Teir fáa bronsuna, líka mikið hvussu víkir og vendir. Fótbólturin er byrjaður, og har eru Skálamenn fyri fyrstu ferð partur av bestu mansdeildini, so nógv talar fyri, at teir kanska taka sær av løttum hesaferð. Hinvegin skalt tú ongan tíð kenna teg tryggan við strandingunum. Teir høvdu heldur einki at spæla fyri, tá teir longdu um spenningin við at vinna á VÍF, og kunnu teir nú eisini koppa einasta avbjóðaranum hjá VÍF, so hava teir í øllum førum sett eitt virðiligt punktum fyri kappingarárinum.