Besta OL-úrslit hjá Føroyum

So er talvolympiadan í Ungarn av. Føroyar fingu sítt besta úrslit nakrantíð

Føroysku telvararnir hava alla orsøk til at brosa. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard (standandi).

Vit endaðu nummar 52 av teimum 188 londunum, ið við vóru. 

 

Vit vóru frammanfyri Danmark, Ísland og Finnland - og nógv onnur lond.

 

Vit fingu tveir IM-normar og ein altjóða meistara í talvi. Høgni Egilstoft Nielsen hevur longu vissað sær IM-heitið fyri góða úrslitið í Budapest, og toppskjúttin á føroyska liðnum, 18 ára gamli føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol, hevur við sínum sera góða úrsliti tryggjað sær fyrsta IM-normin.

 

Góðu Kekkia skarpan gang

 

Í seinasta umfari í dag møttu vit Kekkia. Og tað var um reppið, at vit fingu javnleikin. Luitjen Akselsson Apol, sum var sigursharri í dystinum móti Avstralia í gjár, gjørdi aftur bart í dag. Við svarta fólkinum spældi hann sterka mótstøðumannin niður í einum sonnum fýrverki.

 

Okkara stórmeistari fekk remis móti besta kekkiska telvaranum í fleiri ár, og leingi tóktist tað, sum fekk í hvussu er annar av brøðrunum úr Sandavági remis - ella kanska meira enn so - men endin var, at báðir taptu. 

 

Føroyar (66)  1½                                         Kekkia (19)  2½

 

GM Helgi Dam Ziska (2553)                               GM David Navara               (2681)  ½ - ½

 

Høgni Egilstoft Nielsen (2379)                          GM Van Dai Thai Nguyen (2647)  0 - 1

 

Rógvi Egilstoft (2278)                                            GM Stepan Zilka (2574)                   0 - 1

 

Luitjen Akselsson Apol (2219)                          IM Jan Vykouk (2483)                        1 - 0

 

Luitjen toppskjútti

 

Luitjen Akselsson Apol gjørdist føroyskur toppskjútti hesaferð. Fyri avrikið gongur hann meira enn hundrað ratingstig fram. Høgni og Rógvi ganga eisini eisini eitt sindur fram, meðan Helgi og John ganga eitt vet aftur.

 

OL-úrtøkan hjá føroysku telvarunum:

 

Helgi Dam Ziska  4/9  (- 10,4)

 

Høgni Egilstoft Nielsen 6/11 (+ 10)

 

Rógvi Egilstoft 4/10  (+4,2)

 

John Rødgaard 2½/5)  (- 15)

 

Luitjen Akselsson Apol 6½/9  (+ 110,8)

 

Besta OL-úrslitið

 

Talvolympiadan í Budapest - hin 45 í røðini - var hin 26 hjá Føroyum. 

 

Og Føroyar fingu hesaferð besta úrslitið nakrantíð. 

 

Síðan 2008 hevur skipanin við dystarstigum verið brúkt í talv-OL. Lið fær tvey stig fyri vunnan dyst og eitt stig fyri javnleik. Frammanundan taldu borðstigini. Tá kundu sveiggini vera størri. Lutfalsliga besta úrslit hjá Føroyum hevur verið kappingin í 1994. Tá munaðu tveir stórsigrar í báðum seinastu dystunum væl, men heildaravrikið stóð ikki mát við endaliga úrslitið.

 

Síðan farið var undir skipanina við dystarstigum hava vit ikki fingið 13 stig á nakrari olympiadu fyrr enn nú. Endaliga plaseringin er eisini hin besta. Vit endaðu eisini nummar 52 fyri tretivu árum síðani, men tá vóru færri lið við.

 

Her er eitt yvirlit yvir úrslitini hjá Føroyum á øllum talvolympiadunum. Tilskilað eru árstølini, talvolympiadur eru annaðhvørt ár, men í 1986 vóru Føroyar ikki við av politiskum ávum, tá Sameindu Emiratini sýttu Ísrael at luttaka, og í 2020 var eingin olympiada, tí tá herjaði korona. Í miðjuni sæst endaliga plaseringin hjá Føroyum, og høgrumegin sæst talið á luttakandi londum.

 

Føroyar á talv-OL 1970 - 2024

 

-------------------------------------

 

Ár        Nr.  Lond tls.

 

-------------------------------------

 

1970: 55 (60 lond)

 

1972: 54 (62 lond)

 

1974: 58 (73 lond)

 

1976: 44 (48 lond)

 

1978: 46 (65 lond)

 

1980: 72 (81 lond)

 

1982: 56 (91 lond)

 

1984: 63 (88 lond)

 

1988: 57 (107 lond)

 

1990: 79 (108 lond)

 

1992: 65 (102 lond)

 

1994: 52 (124 lond)

 

1996: 81 (114 lond)

 

1998: 72 (110 lond)

 

2000: 67 (126 lond)

 

2002: 92 (134 lond)

 

2004: 75 (128 lond)

 

2006: 82 (147 lond)

 

2008: 61 (146 lond) 12 stig

 

2010: 80 (148 lond) 11 stig

 

2012: 68 (156 lond) 12 stig

 

2014: 81 (172 lond) 11 stig

 

2016: 101 (170 lond) 10 stig

 

2018: 103 (184 lond) 10 stig

 

2022: 108 (188 lond) 10 stig

 

2024: 52 (188 lond)  13 stig

 

-------------------------------------------

 

Dystirnir

 

Ellivu umfør eru. Føroyar vunnu seks dystir, taptu fýra og telvaðu ein javnan. Okkara telvarar møttu fleiri góðum liðum, og komu tí ikki sovandi til úrslitini. Seks av okkara mótstøðuliðum vóru styrkismett ovari enn Føroyar, summi væl ovari.

 

Føroyar vóru styrkismettar nummar 66. Her síggjast allar dystirnir hjá Føroyum í Budapest. Talið í klombrum hjá mótstøðuliðnum er styrkismetingin. 

 

Føroyar - Santa Lucia (169)  3 - 1

 

Føroyar - Turkaland (22)  1 - 3

 

Føroyar - Palestina (113)  2½ - 1½

 

Føroyar - Rumenia (18)  1 - 3

 

Føroyar - Irak (104)  4 - 0

 

Føroyar - Slovenia (26)  ½ - 3½

 

Føroyar - Suðurkorea (96)  2½ - 1½

 

Føroyar - Sveis (38)  2 - 2

 

Føroyar - Luksemburg (85)  2½ - 1½

 

Føroyar - Avstralia (37)  2½ - 1½

 

Føroyar - Kekkia (19)  1½ - 2½

 

India vann

 

India vann á fyrsta sinni. Sigurin var ógvuliga sannførandi.

 

1 India 21 stig

 

2 USA 17

 

3 Usbekistan 17

 

14 Norra

 

30 Svøríki

 

52 Føroyar

 

55 Finnland

 

60 Danmark

 

68 Ísland

 

Vit vænta at fáa eina frásøgn úr Budapest seinni

 

Føroysku telvararnir hava alla orsøk til at brosa. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard (standandi).