Hetta var stóri dagurin hjá Jákupi

Eftir trý tap á rað á útivølli vann HB í kvøld fyri triðju ferð í ár 3-0 ímóti Skála

HB hevur í kvøld vunnið 3-0 á heimavølli ímóti Skála. Hetta er onnur ferðin í ár, at skálamenn fara úr Gundadali við 3-0 tapi ímóti HB, sum eisini vann 3-0, tá ið HB vitjaði undir Mýruhjalla.

 

Sigurin kennist søtur hjá HB, sum tríggjar tær undanfarnu ferðirnar hevur tapt á útivølli. Serliga søtur kennist sigurin hjá Jákup L. Thomsen. Hann skoraði bæði fyrsta og annað málið, og nú hevur hann skorað 12 mál í 55 dystum í bestu landskappingini.

 

-Hetta kennist at vera forloysandi. Hjá álopsspælara snýr tað seg um at skora mál, og kenslan verður ikki betri, enn tá ið tú sum álopsspælari skorar mál. Eg havi verið nógv skaddur síðstu árini. Í november var eg skurðviðgjørdur, og tíbetur vísti tað seg at vera væleydnað. Eg havi vant við fyllari ferð síðani í mai, og nú havi eg fingið møguleikan millum teir fyrstu ellivu. Ímóti KÍ var eg á vøllinum alla tíðina, og í dag kendi eg tað soleiðis, at kundi havt spælt alla tíðina, men eg eri fegin um tann tíman, sum eg var á vøllinum, sigur Jákup L. Thomsen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum.

 

Síðsta ferðin, Jákup L. Thomsen skoraði, var 27. august í fjør, tá ið HB vann 4-2 á Argjum, og Jákup L. Thomsen javnaði til 2-2.

 

Fyrra málið í kvøld skoraði hann longu í 11. Minutti eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Mathias Voss, og annað málið skoraði hann í 61. minutti. Hanus Sørensen legði úr høgru bóltin í brotsteigin, har Jákup L. Thomsen stakk seg upp og við høvdinum setti bóltin í málið.

 

Skálamenn vístu góðan hugburð, men tað gekk illa hjá teimum at vinna seg til upplagdar málmøguleikar. Eftir at Hanus Sørensen við skoti úr høgru og í handara síðunetið hevði økt um munin til 3-0, var Skála í tveimum støðum, sum kundu borið mál við sær. Í fyrra førinum sendi Ragnar Skála úr spískum bóltin í stólpan, og í seinna førinum stórbjargaði Teitur Matras Gestsson, tá ið óføra raski Maxwell Effiom var einsamallur ímóti málverjanum, eftir at hann var komin ímillum afturlegging.

 

-Mótstøðumenninir vóru sera væl upplagdir frá fyrsta bríksli, og teir skoraðu eitt mál. Síðstu løtuna í fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna eftir steðgin, vóru vit væl við, men sum tað leið, so var tað aftur munur á, og teir sektaðu okkum, tá ið vit ikki vóru nóg neyvir í eftiransingum og uppspæli, staðfestir Pauli Poulsen venjari hjá Skála.

 

 

 

HB – Skála 3-0 (1-0)

 

1-0: Jákup L. Thomsen 11.

 

2-0: Jákup L. Thomsen 61.

 

3-0: Hanus Sørensen 72.

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy – Mohamed Samba, Jákup L. Thomsen, Emmanuel Duah

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Atli D. Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard, Nicolai Dohn – Ragnar Skála, Marjus Nón, Andreas Egeberg Jacobsen – Maxwell Effiom