Roskilde gav oddaliðnum ein skarpan gang

Roskilde tapti tepurt fyri OB á útivølli

Niðurflytararnir úr superliguni, OB eru greitt oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tí var tað ein sera torfør uppgáva sum bíðaði Hørði H. Askham og liðfeløgunum í Roskilde á útivølli í Nature Energy Park í Odense seinnapartin í dag.

 

OB var eisini á odda 2-0 í steðginum, men so megnaði Roskilde at leypa hvøkk á oddaliðið tíðliga í seinna hálvleiki. Fyrst skoraði Andreas Maarup í 48. minutti, og tríggjar minuttir seinni javnaði Anders Fæster til 2-2. OB megnaði tó at vinna 3-2, men Hørður og liðfelagarnir kunnu staðfesta eitt gott avrik.

 

OB er langt fremst í deildini við 28 stigum. Teir eru 10 stig frammanfyri nummar tvey, Esbjerg sum hevur 18 stig.

 

Roskilde er næstaftast í deildini við bert fýra stigum. 

 

Komandi mikudag klokkan 17.30 spælir Roskilde dyst á heimavølli í donsku steypakappingini móti superliga-liðnum, Silkeborg.