Fýra finalur bíða FC Hoyvík

1. DEILD: AB megnaði ikki at taka av í kappingini um at vinna uppflyting

Tað endaði 1-1, tá ið FC Hoyvík seinnapartin var á Agrjum. Úrslitið ber við sær, at AB ikki styrkti um sína støðu í kappingini fyri at vinna uppflyting. Heldur ikki hjá FC Hoyvík var úrslitið tað, sum skuldi til, um møguleikin skuldi styrkjast at varðveita plássið í næstbestu deildini.

 

FC Hoyvík hevur 18 stig, og tað eru seks stig fram til KÍ, sum er á áttanda plássi.

 

FC Hoyvík venjarin Bill Jacobsen ásannar, at støðan er hættislig, men hann heldur, at liðið hjá honum framvegis hevur møguleika at sleppa undan niðurflytingini:

 

-Serliga í fyrra hálvleiki vóru vit omaná, og tá eydnaðist at skora. Eftir steðgin gekk tað ikki væl, og tá javnaðu teir. So løgdu vit nógv fyri í álopinum, og vit høvdu fleiri møguleikar, og vit iðra okkum um, at vit ikki vunnu fulla úrtøku. At vit vóru so álopshugaðir bar við sær, at teir høvdu mótálop, men vit iðra okkum, tí vit høvdu fleiri so góðar møguleikar, segði Rói H. Olsen hjá AB.

 

Bill Jacobsen venjari hjá FC Hoyvík hevur ikki mist mótið, um at tað fer at eydnast at varðveita plássið í næstbestu deildini. Eisini hóast mótstøðuliðini fram ímóti kappingarloki eru tey, sum kappast um heiðursmerkjapláss og uppflyting

 

-Javnleikur var góð mynd av dystargongdini, men vit kundu havt vunnið, tí vit høvdu fleiri upplagdar møguleikar enn argjamenn. Nú hava vit fýra dystir ímóti toppliðum, men vit halda okkum hava møguleika at vinna ímóti teimum øllum. Avrikini í nógvum teimum seinastu dystunum hava víst, at vit eiga at hava møguleika at vinna, hóast mótstøðuliðini í fýra teimum síðstu umførunum eru Víkingur, FC Suðuroy, B36 og TB, heldur Bill Jacobsen venjari hjá FC Hoyvík.

 

Fimm minuttir undan steðginum var tað Luca Thorstensen, sum eftir mistak í uppspælinum hjá FC Hoyvík sendi bóltin í netið við langskoti, og 17 minuttir eftir steðgin var tað Patrick Mensah, sum við høvdinum og eftir frísparkinnlegg setti bóltin í málið og so var 1-1.

 

Víkingur vann í dag 5-0 á heimavølli ímóti HB, sum er aftast við 12 stigum. Tað eru 12 stig og verri málmunur fram til áttanda plássið, og tí er tað mest sum greitt, at HB fer at flyta niður.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0. Rani Hansen skoraði mál sjey minuttir undan steðginum og fýra minuttir eftir steðgin. Síðstu tíggju minuttirnar skoraðu Bjørn Bakk Bjarkhamar, Signar á Brúnni og Jósef Ólavsson.

 

 

 

Víkingur231265552842
FC Suðuroy221093452839
B36221075412937
B71231076342637
AB23986422535
TB238114322135
NSÍ23779333928
237313244524
FC Hoyvík234613184418
HB232615236212

 

24. umfar

 

Fríggjadagin 27. september

 

NSÍ – KÍ: Heini Ziskason Viðoy

 

Leygardagin 28. september

 

HB – B36: Rani Andrasson Skaalum

 

B71 – AB: Leivur Zachariassen

 

Sunnudagin 29. september

 

FC Hoyvík – Víkingur: Alex Troleis

 

FC Suðuroy - TB: Høgni Madsen