Besta songkvinna: Petsi Tvørfoss

Hóast hon hevði verið virkin sum songkvinna í fleiri ár, var stóra gjøgnumbrotið hjá Petsi Tvørfoss luttøkan í danska Grand Prixnum í 2004.

Songkvinnan úr Gøtu, sum hevur búð í Danmark í nógv ár, var við í Grand Prixnum við sanginum Mest Når Det Er Regn, og sangurin endaði sum nummar 5 í kappingini. Síðani hevur Petsi havt fleiri konsertir í Føroyum, og hon hevur imponerað við eini sera góðari rødd. Kanska var byrjanin í almenna ljósinum eitt sindur misvísandi, tí Petsi er minst líka sterk til jazz og popptónleik sum tann typiska Grand Prix-tónleikin.
Seks ára gomul sá hon Sissel Kirkjubø í sjónvarpinum og fann út av, at tað ber at liva av at syngja. Líka síðani hevur Petsi droymt um at sleppa at liva av at syngja, og hon hevur eisini gjørt nakað við tað, tí hon hevur millum annað ment seg á tónlistaskúla í Danmark.
 
Atkvøða: Send »pla bk 5« til 1441