Sambært almennum tølum hjá Premier League, so er Juan Mata tann frísparksskjúttin, sum í miðal skorar felst mál upp á fríspørk í Premier League søguni. Nummar tvey á listanum er svenski Sebastian Larsson, sum í dag spælir fyri Sunderland.
Juan Mata skorar upp á 18 prosent av sínum fríspørkum. Hann hevur skorað upp á fimm av teimum 28 fríspørkunum, sum hann hevur skotið upp á mál. Sebastian Larsson liggur á 12 prosentum, við 11 málum upp á 90 fríspørk.
Á fjórða plássi finna ein so kendan mann sum David Beckham, meðan spælarar sum Thierry Henry og Ryan Giggs eisini eru á listanum.
Top tíggju listin:
1. Juan Mata 28 (Tal av fríspørkum) 5 (Mál) 17.9 (% skorað uppá)
2. Sebastian Larsson 90 - 11 - 12.2
3. Jimmy F. Hasselbaink 62 - 6 - 9.7
4. David Beckham 54 - 5 - 9.3
5. Nolberto Solano 78 - 7 - 9
6. Thierry Henry 144 - 12 - 8.3
7. Danny Murphy 67 - 5 - 7.5
8. Ryan Giggs 73 - 5 - 6.8
9. Leighton Baines 76 - 5 - 6.6
10. Laurent Robert 154 - 10 - 6.5