Føroyska U15 landsliðið í hondbólti við gentum avrikaði framúr væl á ferðini til Íslands.
Leygardagin vunnu Føroyar 27-24 á Íslandi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 15-13.
Ígjár endurtók føroyska liðið bragdið við at vinna 27-26 á Íslandi. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Sigrið Hansdóttir var toppskjútti við 12 málum í fyrra dystinum, og við 10 málum í seinna dystinum.
Hanna Thomsen skoraði sjey mál í fyrra dystinum, og Fía Nolsøe var við fimm málum næstbesti málskjúttin í seinna dystinum.
Báðir dystirnir vóru leiktir í høllini í Safamýri í Reykjavík.
Kelda: HSF