VIDEO: Soleiðis vann Jóhan á Vilhelm

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Flensburg-Handewitt - Hannover-Burgdorf 34-32 (17-16)

Jóhan á Plógv Hansen skoraði sjey mál upp á níggju málroyndir, og Vilhelm Poulsen skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, og báðir vóru noteraðir fyri eitt assist hvør, tá Jóhan og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu 34-32 (17-16) á Vilhelmi og hansara liðfeløgum í Hannover-Burgdorf.

 

Flensburg-Handewitt er nummar fimm í bundesliguni við 45 stigum. Hannover-Burgdorf er nummar seks við 43 stigum. 

 

Mikukvøldið klokkan 18 taka Vilhelm og liðfelagarnir móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel í ZAG Arena høllini í Hannover. Somu klokkutíð vitja Jóhan og liðfelagarnir verandi meistararnar, Magdeburg, har Flensburg kann rætta liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin eina hjálpandi hond í meistarastríðnum. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Flensburg-Handewitt - Hannover-Burgdorf 34-32 (17-16). Jóhan við nummar 26 á rygginum sæst skjóta tvey góð mál, og Vilhelm við nummar 9 á rygginum sæst við einum góðum uppleggi, ið tó ikki gav mál:

 

##med2##