Øll elska The Beatles, og 2. mars sleppa føroyingar at uppliva tey feitu árini hjá Beatlunum á Reinsarínum!
Tónleikarliga vóru 1960’ini ein revolutión. Ikki minst í populertónleikinum, har The Beatles var klárt á odda. Teir mentu seg frá at vera ein javnur popbólkur, til eina ta mest fantastisku samansetingina av tónleikatalentum, vit enn vita um.
Serliga seinna helvt av Beatles’sa ævitíð var serliga skapandi, og tað fara vit at feira á Reinsarínum. Her verður serliga hugsað um útgávur sum Revolver, Sgt, Pepper, White Album, Magical Mystery Tour, Abbey Road og Let it be.
Manningin, sum fer at forkela áhoyarar við gylta tíðarskeiðinum hjá The Beatles, verður onki minni enn fantastisk. Teir eru Kim Hansen, Benjamin Petersen, Eyðun Mohr Hansen, Edvard Nyholm Debess og James Goodwin. Allir sannir Beatlesfjepparar, sum eru uppvaksnir við Beatles í oyrunum, í høvdinum og í fingrunum.