Betrað ljóðviðurskiftir á dagstovnum

- Betri ljóðviðurskiftir á dagstovnunum er ein týdningarmikil raðfesting í at betra um arbeiðsumstøður og trivnað

Á fíggjarætlanini fyri 2026 samtykti býráðið at byrja arbeiðið at dagføra og betra um ljóðviðurskiftini á teimum trimum dagstovnunum í kommununi.

 

- Í samskifti við stovnsleiðarar hevur umsitingin í kommununi raðfest tey mest útsettu rúmini á øllum trimum dagstovnunum fyrst.

 

Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

- Arbeiðið varð væl tilrættalagt og framt í summarfrítíðini á øllum trimum dagstovnunum, verður lagt aftrat.

 

Tað var Sp/f Bogi Hermansen, sum stóð fyri arbeiðnum.

 

- Sostatt hava allir tríggir dagstovnarnir í kommununi nú fingið betrað ljóðviðurskiftir.

 

##med2##

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at betri ljóðviðurskiftir á dagstovnunum er ein týdningarmikil raðfesting í at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum.

 

- Hetta økir um trivnaðin og skapar eisini betri umstøður fyri børnini inni á stovnunum. 

 

Í kommununi siga tey, at ætlanin er framhaldandi at raðfesta og betra um ljóðviðurskiftini inni á teimum trimum dagstovnunum so líðandi. 

 

##med3##