Løgreglan heitir á fólk um at verða heima undir sólarmyrkingini

Íslendska løgreglan fyrireikar seg til økta ferðslu og fleiri stongdar vegir, tá full sólarmyrking verður at síggja í Íslandi í morgin. Vánaliga veðurforsøgnin kann tó fáa nógv at fylgja við heimanífrá.

Gabriel Bouys/AFP/Ritzau Scanpix

Full sólarmyrking verður í morgin at síggja í Íslandi fyri fyrstu ferð síðan 1954. Myrkingin fer at vara í ein til tveir minuttir, alt eftir hvar í landinum fólk eru stødd.

 

Nógv fólk hava leingi bíðað eftir hendingini, og íslendska løgreglan hevur tí fyrireikað seg til nógva ferðslu. Árni Friðleifsson, leiðari á ferðsludeildini hjá løgregluni í høvuðsstaðarøkinum, sigur við mbl.is, at nærum øll løgreglumotorsúkklurnar verða í nýtslu.

 

Veðurforsøgnin fyri vestara partin av Íslandi er tó versnað. Roknað verður við regni og nógvum skýggjum, og tí kann vera torført at síggja sólarmyrkingina.

 

– Vit heita á fólk um at verða heima og heldur fara út í havan millum ælingarnar, sigur Árni Friðleifsson.

 

Løgreglan hevur saman við íslendska vegamyndugleikanum og øðrum myndugleikum fyrireikað tilbúgvingina. Um ferðslan gerst serliga tøtt á Vesturlandsvegi og í Hvalfjarðartunlinum, verður løgreglan á staðnum.

 

Fleiri vegir verða eisini stongdir, og ferðslan verður skipað av nýggjum í pørtum av høvuðsstaðarøkinum.

 

Í vestara parti av Reykjavík verða vegir stongdir millum annað við Ægisíðu. Suðurgata verður eisini stongd vestureftir frá Hringbraut.

 

Á Álftanesi verður ferðslan skipað sum einvegis ferðsla. Vegastongslar verða eisini kring eitt tiltak á Víðistaðatúni í Hafnarfirði, og Suðurströnd á Seltjarnarnesi verður stongd út móti golfvøllinum.

 

Fólk kunnu finna dagførda kunning um ferðslu og vegastongslar á heimasíðunum hjá íslendska vegamyndugleikanum og á solmyrkvi2026.is.

 

Kelda: mbl.is

 

Gabriel Bouys/AFP/Ritzau Scanpix