Útlánini eru økt við 379 mió. krónum, og innlánini eru økt við 451 mió. krónum seinasta árið. Betri Banki hevur nú ein solvens á 34,7%.
Betri Banki hevur eitt gott gjaldføri og er ein tryggur banki, bæði hjá teimum kundum sum spara saman, og hjá teimum sum vilja læna pening.
Fyrr í ár varð avgerð tikin um at lækka fleiri kostnaðir og gera aðrar tænastur ókeypis. Í juni varð harumframt framd ein rentulækking á útlánum, meðan innlánsrentunar eru verandi óbroyttar. Útlit eru til, at rentan lækkar aftur seinni í ár, og tí væntar leiðslan eitt lakari úrslit fyri seinna hálvár 2024.
Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024:
Úrslit eftir skatt: 169,1 mió. krónur
Útlán: 8.1 mia. krónur
Innlán: 9.6 mia. krónur
Solvensur: 34,7%
Tú kanst lesa allan hálvársroknskapin her.
##med2##