Betri Banki lækkar renturnar

Tíðindaskriv:

 

Í dag hevur Danski Tjóðbankin lækkað leiðandi rentuna við 0,25% stigum.

 

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar renturnar.

 

Fyri privat- og vinnukundar lækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum. Broytingarnar koma í gildi 15. apríl 2025.

 

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur