Í ársfrágreiðingini fyri 2013 sigur Jóhann Mortensen, stýrisformaður í Bústaðir, at endamálið er, at føroyski bústaðarmarknaðurin skal fjøtltáttast og at betri býli skulu skapast í Føroyum.
- Ein politikkur, sm miðar eftir at eita fleiri føroyingum ein virðiligan bústað. Tað merkir góðar bústaðir í einum góðum umhvørvi fyri eina leigu, sum flest øll kunnu klára at gjalda, sigur Jóhann Mortensen.
Hann ivast ikki í, at málið hjá Bústøðum fer at bøta munandi um livikorini hjá fleiri føroyskum familjum.
Tað er Bústaðarpolitikkur landsins frá 2012, ið er hugsjónarliga grundarlagið undir arbeiðinum hjá Bústøðum.
- Nú hendir veruliga naka. Vit eru í holt við at seta nýggj mát fyri bygging í Føroyum. Vit eru byrjað í tí smáa, m. a. fyri at læra og ikki gera mistøk, men ætlanirnar fyri komandi tíðina eru fleiri, eisini størri og spennandi, bæði í høvuðsstaðnum og kring landið.
1840 fólk eru limir í Bústøðum og har starvast 17 fólk. Flestu limirnir eru milum 20 og 30 ár, tó eru tað eisini nógv millum 50 og 65 ár, ið standa á limalistanum.
Verkætlanirnar hjá Bústøðum eru Óðinshædd, Oman Mattalág, Skansin og Drekin í Havn, við Kykslið í Vági, Heygavegur og Biskupstorg í Klaksvík umframt leigubústaðirnir sum eru Billubøur í Sørvági, Undir Bjørgum á Oyrarbakka, Ranggil í Leirvík, Heimasta Horn í Tórshavn, Heiðatrøðin á Tvøroyri og Skúlavegur í Skopun.