Eitt barn, ið vigar 40 kilo, eigur ikki at fáa meira enn 100 mg av koffein um dagin. Hetta er umleið tað, sum er í einum lítlum orkudrykki á 0,25 litur. Í einum størri orkudrykki á 0,5 l er vanliga 160 mg koffein.
Hetta staðfestir Heilsufrøðiliga Starvsstovan í dag.
Hon sigur, at er talan um eina gentu, sum vigar 30 kilo, kann hon fáa 75 mg koffein um dagin.
- Vanliga er nøgdin av koffein í cola og kondivatni ímillum 75 og 150 mg koffein pr. litur.
Men í? orkudrykkjum er nøgdin upp til 320 mg koffein pr. litur.
Í kaffi er vanliga nøgdin 300 til 630 mg koffein pr. litur.
Í Føroyum fylgja vit mannagongdunum í Danmark og har seta tey nú í verk, at orkudrykkir skulu merkjast við eini ávaring um, at børn, kvinnur, ið eru við barn, og kvinnur, ið geva bróst, eiga ikki eiga at drekka slíkar orkudrykkir.
Orkudrykkir ella leskidrykkir, har vitaminir og mineral eru latin útí, skulu altíð góðkennast av danska Matvørustýrinum, áðrenn tey verða seld í Danmark. Eru drykkirnir góðkendir í Danmark, verða teir eisini góðkendir í Føroyum.
Heilsufrøðiliga sigur, at tískil skulu føroyskir innflytarar nú senda stovninum eina fráboðan um, hvørjar orkudrykkir teir innflyta, og hvussu teir eru merktir og um nøgdin av teimum ymsu evnunum er innan fyri ásettu markvirðini.
Heilsufrøðiliga starvsstovan fer at fylgja hesum upp við eini kanning seinni í ár, har hugt verður eftir hvørjir orkudrykkir eru til sølu í Føroyum og um stovnurin hevur fingið fráboðan um teir.