Nýggjastu og mest framkomnu ljóskeldurnar innan billyktir eru LED-lyktirnar. LED stendur fyri "Light Emitting Diodes". Hesar lyktir eru longu at finna sum bak- og bremsuljós á fleiri nýggjum bilum.
Nú koma LED-lyktirnar eisini at verða brúktar sum forlyktir á nýggjastu bilunum.
Í USA verða hesar lyktir longu í ár nýttar sum forlyktir á nýggjastu Cadillac bilunum. Í Evropa er LED-tøknin enn ikki góðkend til at nýta sum forlyktir. Roknað verður við, at Audi verða teir fyrstu um eini tvey ár.
Fleiri fyrimunir eru við hesum lyktum, t.d. lýsa tær nógv betur og halda alla livitíðina hjá bilinum. Tað eru serliga el-fyritøkurnar Hella í Týsklandi og Visteon í USA, sum arbeiða við hesum forlyktum, sum eru dýrar at framleiða, men tá tær verða hópframleiddar, verða tær væntandi væl bíligari enn bæði halogen- og xenonlyktirnar.
Myndatekstur:
Seinasta nýggja innan billyktir eru LED-lyktir ella dioduljós, sum lýsa sera væl og halda alla livitíðina hjá bilinum