Betri samskifti millum politikarar og fyritøkur

?Politikarar og fyritøkur hava í alt ov stóran mun tosa hvør í sinum lagi um einskiljingartilgongdina, heldur enn at tosa saman, tí báðir partar eru felags um málið. Eg haldi tað er ógvuliga týdningarmikið, at samskiftið gerst betri, og skeiðið er eitt gott høvið at styrkja um samskiftið millum politikarar og fyritøkur, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka

-Føroya Banki er ein av fyritøkunum, sum politiski myndugleikin hevur tosað um at einskilja, og vit ynskja at vera ein virkin partur av tilgongdini. Tá ætlanin er at einskilja okkara fyritøku vilja vit vera við til at tryggja, at landspolitikararnir eru so upplýstir sum gjørligt, tá ella um teir velja at fara undir einskiljingartilgongdina. Skeiðið hjá okkum skal vera við til at tryggja júst hetta.
Fríggjamorgunin skipar Føroya Banki fyri skeiði um einskiljing av almennum fyritøkum. Forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, heldur, at skeiðið er eitt frálíkt høvi hjá politikarum og fyritøkum at taka hvønn annan í eið og tryggja, at partarnir fáa eitur betur samskifti í lag í framtíðini.
?Politikarar og fyritøkur hava í alt ov stóran mun tosa hvør í sinum lagi um einskiljingartilgongdina, heldur enn at tosa saman, tí báðir partar eru felags um málið. Eg haldi tað er ógvuliga týdningarmikið, at samskiftið gerst betri, og skeiðið er eitt gott høvið at styrkja um samskiftið millum politikarar og fyritøkur, sigur Jørn Astrup Hansen.
Forstjórin í Føroya Banka heldur, at kjakið um privatisering av almennum fyritøkum hevur verið alt ov tamt í Føroyum.
?Síðan 1995 hevur verið tosað um frá politiskari síðu, at vit áttu at einskilt Føroya Banka, men tað er framvegis einki komið av skafti. Eitt aðalorðaskifti var í tinginum í 2001 um Einskiljingarálitið, men heldur ikki har kom nakað burturúr. Eg haldi, at politiski myndugleikin undirmetir trupulleikarnar, sum eru í samband við at einskilja almennar fyritøkur. Hetta sæst einabest, tá teir halda, at ein virðisbrævamarknaður loysir allar trupulleikarnar, sigur Jørn Astrup Hansen

Dream Team
-Hetta er eitt rættiliga týdningarmikið mál, og tað er neyðugt at orðaskiftið kemur á eitt hægri støðið, enn tað hevur verið higartil, og ætlanin við skeiðnum er at lyfta støðið á kjakinum.
Føroya Banki og Jørn Astrup Hansen hava eisini lagt stóra orku í at fáa røttu og dugnalig fólk at luttaka á skeiðnum.
Millum fyrilestrarhaldarnar er danin Erik Bonnerup, sum hevur drúgvar royndir í danska embætisverkinum, og hevur havt ein týðandi leiklut í privatiseringstilgongdini í Danmark. Nevnast kann eisini Olav Fjell, sum hevur verið drívmegin í Statoil, sum í 2001 kom á virðisbrævamarknaðinum
-Ikki fyri at taka munnin ov fullan, men eg haldi, at vit hava fingið eitt Dream Team á Norðaru hálvkúlu til Føroya at greiða frá einskiljing av almennum fyritøkum, heldur Jørn Astrup Hansen
Skeiðið um einskiljing av almennum fyritøkum byrjar klokkan 08.30 fríggjamorgunin á Hotel Føroyum.