Tíðindaskriv, Betri Tryggign:
– Yvirskotið stavar frá tryggingarvirksemi og íløguavkasti. Veðrið háttaði sær væl, og tí vóru færri stórskaðar. Og hóast tollhækkingar og handilsavmarkingar góvu íløgurnar eisini eitt positivt íkast, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.
Færri stormar merkja sostatt færri skaðafráboðanir. Fyrra hálvár í ár komu 6.376 fráboðanir inn, samanborið við 7.459 sama tíðarskeið í 2024.
Í krónum og oyrum svarar hetta til 195 mió. kr. í skaðaendurgjøldum í fyrra hálvári 2025, sammett við 254 mió. kr. fyrra hálvár 2024.
Gamla tryggingarfelagið stendur stútt, og solvensdekningurin er nú 281 %. Tryggingartakararnir munnu sigast at vera í góðum hondum.
– Tilverugrundarlagið hjá Betri Trygging er nokk so einfalt: Tá ið illa vil til hjá okkara kundum, so traðka vit til og hjálpa. Fyri føroysk húsarhald og føroyskar fyritøkur – og harvið ein stóran part av føroyska samfelagnum – virka vit sum ein fíggjarligur linnari, sigur Ingunn.
Hetta sást aftur í roknskapinum í fjør, sum taldi 407 milliónir í skaðaendurgjøldum. Tá fekk felagið 14.000 skaðafráboðanir, sum var met høgt.
Góða veðrið hetta hálvárið hevur ført við sær eitt úrslit á 34 mió. kr. eftir skatt. Um somu tíð í 2024 var úrslitið 22 mió. kr. eftir skatt.
– Vit fegnast um góða roknskapin, sum hevur verið higartil. Men hesi tølini merkja samstundis, at í ár hava færri húsarhald og fyritøkur verið fyri skaða, og tað gleðast vit sanniliga eisini um, leggur stjórin afturat.
Tað er einki at siga til, at gott og ringt veður ávirkar roknskapin hjá einum tryggingarfelagi: Roknskapurin eftir eitt lýtt og gott summar er ikki tann sami sum eftir ein rokaligan vetur. Men nú summarið hevur mist takið, og heystið stendur fyri durum, er felagið væl bjálvað til tíðina fyri framman:
– Heystið er ein serlig árstíð. Sjálvt navnið á árstíðini eitur jú eftir hesum fyribrigdinum: altso tað at heysta – savna saman og leggja í goymslu – so at vit koma ígjøgnum eina harða tíð fyri framman. Og henda ringrás líkist í grundini henni í Betri Trygging: Vit vaksa okkum sterk í góðum tíðum, so at vit kunnu verja og hjálpa í teimum ringu. Tað hevur týdning fyri fólk í einum vælferðarsamfelagi, at tryggingarfeløgini eru væl fyri, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, at enda.
##med2##