Arbeiðið við Frítíðarskúlanum er nú liðugt

Í gjár varð avhendingarskjal undirskrivað millum KBH og Nes kommunu

Byggivirkið KBH hevur skift tak, klætt og gjørt umvælingar í gamla partinum í Frítíðarskúlanum.

 

- Nú er arbeiðið liðugt, og í gjár varð avhendingarskjal undirskrivað millum KBH og Nes kommunu.

 

Soleiðis siga tey í kommununi.

 

Fyri Nes kommunu hevur Bark v/ Dáva R. Hansen havt byggileiðslu og eftirlit.

 

- Vit takka pørtunum fyri gott samstarv - og fyri væl úr hondum greitt arbeiði, siga tey í Nes kommunu. 

 

##med2##