Betrideildin: Fimm stig til B36 og tvey stig til HB

Vit taka stutt samanum innanhýsis dystirnar millum B36 og HB

Fyri fyrstu ferð síðani 2019 var B36 betri innanhýsis móti HB í Betrideildini hjá monnum. Fimm tey undanfarnu kappingarárini hevur HB verið greitt omaná í innanhýsis uppgerðunum.

 

Hetta kappingarárið gjørdist talan um ein 3-2 sigur til B36, og so tveir 2-2 javnleikir. 

 

Sostatt gjørdist samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis uppgerðunum fimm stig til B36 og tvey stig til HB.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum dystunum gjørdist 7-6 til B36.

 

HB – B36 2-2 (1-0) - 14. september 

 

1-0: Emil G. Pedersen, br. (21.)

 

1-1: Ragnar Samuelsen (56.)

 

1-2: Ragnar Samuelsen (69.)

 

2-2: Lassana Faye (86.)

 

B36-HB 2-2 (0-0) - 6. juli 

 

1-0 Pætur J. Petersen (53.)

 

2-0 Hannes Agnarson (61.)

 

2-1 Jonas Enkerud (80.)

 

2-2 Emil G. Pedersen (90.)

 

HB-B36 2-3 (1-1)

 

0-1 Bogi Reinert-Petersen (10.)

 

1-1 Heðin Hansen (19.)

 

1-2 Ragnar Samuelsen (67.)

 

2-2 Matthias Voss (71.)

 

2-3 Hannes Agnarson (88.)

 

Kelda: FaroeSoccer