Rúsdekka fyri fleiri túsund krónur stolið í hjalli í Havn

Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan um, at onkur hevði stolið rúsdrekka fyri fleiri túsund krónur í einum hjalli í Varðagøtu í Havn

Tað var um 23 tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um, at onkur hevði verið í einum hjalli í Varðagøtu í Havn og stolið rúsdrekka. Ikki bara eitt sindur, men talan var um nógv og dýr sløg, sum tilsaman kostaðu fleiri túsund krónur.

Løgreglan sigur, at talan er sum stuldur og ikki um innbrot. Tað er tí, at hjallurin ikki varð stongdur – sum so øgiliga nógvir aðrar hjallar í Føroyum, sigur vaktleiðarin.

So tað er helst eitt gott hugskot at steingja hjallar, har vit ikki vilja hava fremmanda vitjan.