- Landsverk og Blikksmiðjan í Klaksvík hava í vikuni sett upp nýggjan gelendara á uttara partin av nýggju rampuni á Syðradali á Kalsoynni.
Tað siga Strandfaraskip Landsins í tíðindaskrivi í dag.
- Eisini eru pláturnar millum rampuna og asfaltið nú sveisaðar fastar, so tær ikki verða trýstar upp av brimi.
Mett verður nú um, hvussu ið atløguviðurskiftini hjá Sam á høgætt kunnu tryggjast betur.
- Nýggja rampan er í fyrstu atløgu gjørd til Teistan og nýggju kalsoyarferjuna, men skal eisini kunna brúkast av Sam.
Lagt verður aftrat, at Teistin hevur royndarsiglt á kalsoyarleiðini í nakrar vikur og fer at halda fram við skipaðari royndarsigling.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##

















