Biden heldur 80 ára føðingardag við familjuni

Tað verður ikki gjørt so nógv burtur úr 80 ára føðingardegnum hjá Joe Biden.

 

Amerikanski forsetin fyllir í dag 80 ár. Hann livur tó eitt lív, sum er ógvuliga óvanligt fyri fólk í hansara aldri. Hesa vikuna hevur hann til dømis verið á Bali til G20-toppfund saman við fleiri øðrum heimsleiðarum. - Foto: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fyllir ein forseti í USA 80 ár.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fyllir í dag 80 ár.

Og sjálvt um talan er um rundan føðingardag, verður tað ikki hátíðarhildið við tí stóra í Hvítu Húsunum.

Sambært The Washington Post fer forsetafrúan, Jill Biden, at halda ein føðingardagsbrunsj fyri familjuni hjá forsetanum.

Biden-familjan er savnað í Washington, tá eitt av abbabørnunum hjá Biden, Naomi Biden, í gjár giftist við hátíðarhaldið í Hvítu Húsunum.

Forsetin sjálvur skemtar við høga aldri sínum.

– Eg dugi ikki at siga aldurin á mær. Eg fái tað ikki úr munninum, hevur hann sagt í samrøðu við MSNBC sambært tíðindastovuni AFP.

Nógv hevur verið kjakast um aldurin hjá Biden, og hesin føðingardagurin er einki undantak.

Sambært The Washington Post er tað ynski hjá fólkum kring forsetan um einki at gera burtur úr hesum runda degnum.

Serliga í eini tíð, tá nógv verður tosað um, hvørt Biden skal stilla upp til annað valskeiðið sum forseti.

Um hann ger tað og vinnur, verður hann 82 ár, tá hann verður settur inn í embæti seinna skeiðið. Tá fýra ára valskeiðið er av, fer hann at vera 86 ár.

EFtir umfatandi læknakanning í november í fjør søgdu læknar, at Biden hevur fáar og sjúkur, sum hava lítið upp á seg., at forsetin er »egnaður til tænastu«, skrivar AFP.

Tann klæni forsetin hvørki roykir ella drekkur, hann er kropsliga virkin og hevur ikki havt álvarsamar heilsutrupulleikar, síðani hann í 1988 var skorðin fyri tvær lívshóttandi aneurismur í heilanum.

Ein kanning frá University of Illinois frá 2020 segði Biden vera ein sonevdnarn »super ager«. Hugtakið fevnir um fólk, sum liva longri enn miðal.

Granskarar søgdu hann teoretiskt kunna liva, til hann verður 97 ár.

Men sjálvt um Biden er sunnur og raskur fyri sín aldur, kann hann ikki krógva tað. Hárið er tynri og gongulagið stívari.

Eisini kognitivu evnini hjá forsetanum eru eitt afturvendandi evni í politiska kjakinum í USA.

Tá forsetin gloymir okkurt, tykist ørkymlaður ella dettur um orðini, leggja politisku mótstøðufólkini tað til merkis og brúka tað ímóti honum.

/ritzau/

 

 

 

Amerikanski forsetin fyllir í dag 80 ár. Hann livur tó eitt lív, sum er ógvuliga óvanligt fyri fólk í hansara aldri. Hesa vikuna hevur hann til dømis verið á Bali til G20-toppfund saman við fleiri øðrum heimsleiðarum. - Foto: Saul Loeb/Ritzau Scanpix