Biden hevur fingið COVID-19

Hetta er triðju ferð, at forsetin er sjúkur við korona

Tað skriva amerikanskir miðlar.

 

Amerikanski forsetin fer nú í sóttarhald og hevur fyribils avlýst øll tiltøk og allar valfundir.

 

Forsetin, ið er koppsetur og hevur fingið boost'ara, verður nú eisini viðgjørdur við Paxlovid, ið er heilivágur sum linnar sjúkueyðkennini.

 

Talsfólk hjá forsetanum siga, at hann hevur tað gott, hóast hann er eitt sindur trongur og hostar.

 

Sjúkan kemur illa við hjá Joe Biden, sum er mitt í einum valdysti, og sum eisini er undir stórum trýsti at taka seg heilt úr valstríðnum, og lata onkran annan demokrat dystast móti Trump í heyst.