Biden vil hava 160 milliónir liðug koppsett innan 4. juli

Um nýggj koppsetingarmál verða rokkin, fer USA at taka eitt risa fet ímóti at venda aftur til tað normala, sigur embætismaður.

USA væl á veg við átakinum at koppseta fólkið ímóti koronuvirus.

Og í morgin fer Joe Biden, forseti, at boða frá nýggju koppsetingarmálum fyri USA.

Tað upplýsa Hvítu Húsini í dag. Forsetin fer sjálvur at leggja fram tiltøkini seinni í dag.

Nýggju málini miða eftir, at 70 prosent av vaksna fólkinum skal hava fingið í minsta lagið eitt koppsetingarprik 4. juli. Tað er landsins óheftnisdagur – independence day.

Sama dag skulu minst 160 milliónir vaksin vera liðugtkoppsett. Tað svarar til slaka helvt av landsins fólkatali upp á umleið 331 milliónir íbúgvar.

Í síðstu viku vóru umleið 30,5 prosent av fólkinum – ella umleið 101 milliónir – liðugt koppsett.

– Um vit gera framstig móti hesum máli, fara fleiri og fleiri amerikanarar at fáa verju ímóti covid-19. Og Amerika hevur tikið eitt stórt stig ímóti at venda aftur til tað normala, sigur ein embætismaður við tíðindafólk.

/ritzau/Reuters